- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanarkarmarnir lagdir fram
Játtanarkarmarnir lagdir fram
Játtanarkarmarnir hjá landsstýrinum verða lagdir fram hósmorgunin. Játtanarkarmarnir eru støðið undir fíggjarlógini, ið verður løgd fram í heyst
30.03.2016 - 08:03
Grein 54 í tingskipanini staðfestir, at játtanarkarmar fyri fíggjarlógina næsta ár skulu verða lagdir fram fyrsta apríl.
Tíðindafundur verður í Fíggjarmálaráðnum hósmorgunin klokkan 10, tá játtanarkarmarnir verða lagdir fram.
Tíðindafundurin verður stroymaður á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo. Tíðindafundurin verður eisini sendur beinleiðis í útvarpinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV