- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanarkarmarnir lagdir fram
Játtanarkarmarnir lagdir fram
Hesa vikuna verða játtanarkarmarnir lagdir fyri Løgtingið
28.03.2016 - 10:38
Enn er ikki greitt, nær teir verða lagdir fram, men í tingskipanini stendur, at uppskot um játtanarkarmar fyri fíggjarlógina komandi ár, skal verða lagt fram fyri 1. apríl.
Tað vil siga, at í seinasta lagi hósdagin skulu játtanarkarmarnir verða lagdir fyri Løgtingið.
Sambært skránni hjá Løgtinginum, so er fyrsti tingfundur eftir páskir hósdagin. Sum skilst, verða fíggjarkarmarnir lagdir fram tá, og tá fer tíðindafundur eisini at vera í Fíggjarmálaráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV