- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javnaðarflokkurin fær toyggið
Javnaðarflokkurin fær toyggið
Sosialistisk ung harta Javnaðarflokkin fyri ikki at standa saman um uppskotið at loyva samkyndum at giftast borgarliga
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lgbt_samkynd_logting.jpg?itok=1u2Ao7rD)
Uttanfyri løgtingið mikudagin
Mynd: Kenneth Jørgensen
19.03.2016 - 15:15
Í Sosialistisk ung, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, siga tey í almennum skrivi, at tey eru vónbrotin um, at Kristin Michelsen og Heðin Mortensen atkvøddu fyri at beina málið aftur í nevnd týsdagin, heldur enn at taka undir við uppskotinum.
Sosialistisk ung heitir alment á teir báðar tinglimirnar um at gevast við undanførslum og ístaðin at stuðla sínum floksfelagum, tá uppskotið kemur fyri aftur.
Sosialistisk ung er næsta ungmannafelagið, sum hartar síni egnu í sambandi við hjúnarbandslógina.
Samstundis, sum Sambandsflokkurin mælti frá at broyta hjúnarbandslógina, tók unga Sambandið undir við at broyta hjúnarbandslógina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV