Hjúnabandslógin aftur í Trivnaðarnevndina

Hjúnabandslógin aftur í Trivnaðarnevndina
Ein stórur meiriluti av tinginum samtykti at beina málið aftur í nevnd
 
16.03.2016 - 19:29

Løgtingið samtykti fyri løtu síðani at beina uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd borgarliga, aftur í Trivnaðarnevndina.

Kári P. Højgaard, Kaj Leo Holm Johannesen og Kristin Michelsen skutu upp at beina málið aftur í nevnd. 

26 atkvøddu fyri

Ein stórur meiriluti var fyri hesum uppskoti. 26 atkvøddu fyri, tvær atkvøður vóru ímóti, og fimm vóru blankar.

Løgtingið fór um ellivu tíðina fyrrapartin undir 2. viðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina.

Tá varð eitt broytingaruppskot lagt fram, sum skuldi tryggja, at samkynd, sum eru borgarliga vígd, ikki kunnu verða signað í kirkju.

Óvist nær málið kemur aftur

Viðgerðin endaði um hálvgum sjey tíðina í kvøld. Løgtingsformaðurin legði tingfundin niður í ein hálvan tíma.

Síðani varð atkvøtt uppskotið um at beina málið aftur í Trivnaðarnevndina. Og tað varð samtykt við stórum meiriluta. 

Nær málið kemur aftur úr Trivnaðarnevndini er ikki greitt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109