- Tíðindi, mentan og ítróttur
Djóraverndarlógin verður nú dagførd
Løgtingið hevur einmælt samtykt eitt broytingaruppskot frá vinnunevndini um, at tingið skal heita á landsstýrið um at endurskoða og dagføra djórverndarlógina og leggja neyðug lógaruppskot fram.
Sonja Jógvansdóttir skeyt upprunaliga upp at seta nevnd at endurskoða og dagføra djóraverndarlógina.
SÍ EISINI Løgtingskvinna: Djóraverndarlógin má dagførast
Men landsstýrismaðurin í vinnumálum er longu farin at dagføra lógina, og væntandi leggur hann lógaruppskot fyri tingið í heyst.
Tí mælti ein samd vinnunevnd til at broyta uppskotið soleiðis, at tað samsvarar við ætlanina hjá landsstýrismanninum.
Uppskotið um at endurskoða djóraverndarlógina varð samtykt við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti.