Spyr um almenni partapeningurin skal seljast

Spyr um almenni partapeningurin skal seljast
Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður, vil hava innlit í ein partaeigarasáttmála í Smyril Line, sum hann sigur, at tingið ongantíð er kunnað um
 
14.03.2016 - 12:56

Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður í Tjóðveldi, vil hava at vita frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, um partapeningurin hjá landsstýrinum og Framtaki í Smyril Line er seldur, ella um tað er í umbúna at selja hann.

Ingolf S. Olsen sigur, at søgur ganga um, at partur av almenna ognarlutinum er seldur, ella skal seljast, uttan at tingið er spurt eftir, tí hetta verður gjørt eftir einum partaeigarasáttmála, sum løgtingið ongantíð er kunnað um.

Tá hugsað verður um søguligu gongdina hjá Smyril Line, har løgtingið undir trýsti hevur latið skattgjaldaran taka ein stóran váða, eigur tað at vera sjálvsagt, at bæði løgtingið og almenningurin fær fult innlit í viðurskiftini hjá reiðarínum, sigur Ingolf Olsen.

Hann sigur, at tá landsstýrið aftur í 2011 bað um hjálp at styrkja gjaldførið hjá Smyril Line, kravdu privatu íleggjararnir, at landið skuldi sleppa øllum valdi í felagnum. 

Hevði skund

Men málið hevði skund, og vikið varð frá øllum tíðarfreistum. Tí er óvist, um tingfólk fingu allar neyðugar upplýsingar. Og í álitinum frá vinnunevndini verður harmast um, at nevndin ikki fekk kunning um ein partaeigarasáttmála, sum skuldi vera gjørdur, sigur Ingolf S. Olsen. 

Hann vil eisini hava at vita frá landsstýrismanninum í vinnumálum, hvussu stórt vinningsbýti almennu eigararnir hava fingið á hvørjum ári síðani 2007, og hvussu nógvan pening landsstýrið og Framtak hava sett í Smyril Line hesi árini. 

Løgtingsformaðurin boðaði frá fyrispurninginum fyrrapartin, og løgtingið fer á einum seinni fundi at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109