Vinnunevndin loksins fingið upprit

Vinnunevndin loksins fingið upprit
Løgfrøðiliga uppritið, sum Vinnunevndin bað umsitingina hjá Løgtinginum um, er loksins komið
 
11.03.2016 - 13:57

Uppritið frá umsitingini hjá Løgtinginum til Vinnunevndina er langt um leingi komið. Niðurstøðan er, at greitt svar kann ikki fáast fyrr enn lógin er samtykt, ein uppboðssøla er roynd og málið er roynt í rættinum.

Landsstýrið er í størri vanda fyri at gjalda reiðaríum endurgjald, um hildið verður fast um at selja ein part av botnfiskakvotuni í Barentshavinum á uppboði, enn um landsstýrið selur ein ein part av kvotuni av uppsjóvarfiski á uppboði.

SÍ EISINI Freistin aftur longd

Tað er niðurstøðan í uppritinum frá umsistingini hjá Løgtinginum, sum Vinnunevndin hevur bíðað eftir síðani áðrenn jól.

Tó kann einki greitt svar gevast fyrr enn lógarupskotið er samtykt, ein uppboðssøla er sett í verk, og rættarskipanin hevur tikið støðu, stendir í uppritinum. 

Tað stendur í uppritinum frá umsitingini hjá Løgtinginum, um tað er loyvt at selja fisk á uppboði í ár. Tað var vinnunevndin, sum bað um uppritið í sambandi við viðgerðina av ætlaðu uppboðsøluni.

Landsstýrið kann verða stevnt eftir endurgjaldi

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar at selja 10.000 tons av makreli, 5.000 tons av norðhavssild, 25.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski úr Barentshavinum á uppboði í ár.

Sambært løgfrøðingum á tveimum advokatskrivstovum í Havn, kann slík uppboðssøla enda við, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðarar siga seg eiga til 1. januar 2018.

Uppritið frá umsitingini hjá Løgtinginum, sum er 18 síður, kemur ikki við nakrari endaligari niðurstøðu, um landsstýrið hevur loyvi at selja ætlaðu fiskasløgini á uppboðssølu.

Samlað meting má gerast

Í niðurstøðuni stendur, at í hvørjum einstøkum føri er neyðugt at gera eina samlaða meting, um talan er um veruliga ognartøku.

Tað eru viðurskifti, ið tala fyri, at hetta lógaruppskotið kann hava við sær, at talan er um ognartøku, og hinvegin viðurskifti, ið tala ímóti einari ognartøku.

Sambært uppritinum, so kann uppboðssøla av einum parti av botnfiskakvotunum í Barentshavinum í størri mun tulkast sum eitt inntriv fyri reiðaríini, sum kann hava við sær eitt endurgjald.

SÍ EISINI Uppskotið framvegis í Vinnunevndini

Orsøkin er, at fiskiskapurin í Bartentshavinum burturav er skipaður við eginkvotum, og talan er um sera fá skip, sum hava rættindi í Barentshavinum.

Hinvegin, so er uppboðssøla av uppsjóvarfiski eitt væl minni inntriv frá landsstýrinum á reiðaríini. Uppboðssøla av uppsjóvarfiski er roynd áður, eins og talið av skipum er vaksið nógv seinnu árini, uttan at hetta hevur havt við sær nakað sakarmál um ognartøku.

Men endaliga niðurstøðan í uppritinum frá umsitingini hjá Løgtinginum um ætlaðu uppboðssøluna er, at spurningurin um møguliga ognartøku ikki kann svarast greitt, fyrr enn lógarupskotið er samtykt, ein uppboðssøla er sett í verk, og rættarskipanin hevur tikið støðu til eitt møguligt sakarmál um spurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371