- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið framvegis í Vinnunevndini
Uppskotið, ið snýr seg um at heimila landstýrismanninum at selja part av kvotuni í Barentshavinum og part av uppsjóvarkvotunum á uppboðssølu, er framvegis í Vinnunevndini.
Einki álit kemur hesa vikuna um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Málið hevur ligið í Vinnunevndini síðan hálvan desember.
SÍ EISINI Vinnunevndin longri freist
Nevndin fekk longda freist til 29. februar at koma við einum áliti, men álitið er framvegis ikki komið. Nevndin bað umsitingina í Løgtinginum um at skriva eitt løgfrøðiligt upprit, um hvørt tað er loyvt at selja fisk á uppboði í 2018.
Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini, sigur, at hann hevur fingið at vita, at nevndin fær uppritið í dag. Men onki álit verður lagt fram hesa vikuna, sigur Bjarni Hammer. Hann væntar, at álit verður lagt fram næstu viku.
Sambært løgfrøðingum á tveimum advokatskrivstovum í Havn, ið hava skrivað Reiðarafelagnum upprit, kann ein slík uppboðssøla, sum landsstýrið ætlar at skipa fyri, enda við, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðarar siga seg eiga til 1. januar 2018.