- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósamd um tunnilsmunnan streymoyarmegin
Munnin á Sandoyartunlinum streymoyarmegin skal koma upp í havnarlagnum á Gomlurætt. Tað heldur í øllum førum tunnilsfelagið.
Men Landsverk mælir staðiliga frá hesari loysn, tí hon fer at skerja møguleikarnar at nýta havnalagið á Gomlurætt í framtíðini. Eitt havnalag, sum í síni tíð endaði við at kosta landinum hundraðtals milliónir krónur.
Tunnilsfelagið: Gamlarætt er rætta loysnin
Tað er bæði bíligari og tryggari at leggja tunnilsmunnan í sjálvum havnarlagnum í Gomlurætt, sigur tunnilsfelagið.
Arbeiðið at fyrireika Sandoyartunnilin er nú komið somikið langt, at tunnilsfelagið hevur biðið Landsverk um loyvi at gera Sandoyartunnilin, sum eftir teirra ætlan skal fara niður í Gomlurætt og koma uppaftur í Traðardali heima á Sandi.
Tunnilsfelagið er sum heild samt við Landsverk um linjuføringina men ein grundleggjandi munur er. Tunnilsfelagið hevur flutt munnan frá vegabuginum omanfyri Gomlurætt oman í sjálvt havnarlagið.
Vísa á skerda ferðslutrygd
Tað fer at skerja møguleikarnar at nýta havnalagið á Gomlurætt til onnur endamál, og tí mælir Landsverk staðiliga frá at leggja tunnilsmunnan í sjálvum havnarlagnum í Gomlurætt.
At sonevnd hárnálasving verða á eini høvuðsfarleið, kann gerast ein bági fyri ferðslutrygdina, og so fer havnin á Gomlurætt ikki at kunna nýtast eftir at tunnilin er tikin í nýtslu.
Og tað er spell, tí talan er um einastu havn á vestursíðuni á Streymoynni heilt norður til Vestmanna, vísir Landsverk á.