- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava rúsevnislógina dagførda
Vilja hava rúsevnislógina dagførda
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at heita á landsstýrið um at gera eina rúsevnatilbúgvingarlóg
08.03.2016 - 12:24
Føroyar skulu hava eina nýggja tilbúgving fyri rúsevni. Tað heldur Miðflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at heita á landsstýrið at gera eina rúsevnatilbúgvingarlóg.
Miðflokkurin vil hava, at øll skip, sum hava verið í útlendskari havn og leggja at bryggju í Føroyum ella kasta akker í føroyskum sjógvi, og øll flogfør, sum seta seg í Føroyum, verða kannað við rúsevnishundum og aðrari útgerð.
Tað eigur at verða gjørt fyri at steðga innflutningi av hassji og øðrum ólógligum rúsevnum, heldur flokkurin, sum eisini skjýtur upp at hækka játtanina til rúsevnatilbúgving 1,1 millión krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV