Álitið helst fyri tingið í dag

Álitið helst fyri tingið í dag
Álitið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu vígast borgarliga, verður ætlandi lagt fyri Løgtingið í dag
 
07.03.2016 - 09:11

Í gerðabókini frá seinasta fundi hjá Trivnaðarnevndini, sum var 1. mars, stendur, at: "Álitið verður skrivað. Avgjørt varð at leggja álit fram á tingfundi 7. mars 2016." Og tað er í dag.

Trivnaðarnevndin hevur fund aftur klokkan hálvgum eitt í dag. Tá er málið aftur á skrá í nevndini, og tá verður álitið undirskrivað, sambært Katrini Kallsberg, forkvinnu í Trivnaðarnevndini.

Talan er um eitt drúgt mál. Uppskotið varð lagt fyri Løgtingið 17. november í fjør, og álitið hevur sostatt verið í Trivnaðarnevndini í nærum fýra mánaðir.

Tað eru Sonja J. Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen,Hanna Jensen, Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinnur, ið hava lagt uppskotið fram. Løgtingsfundur er klokkan hálvgum tvey í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109