Finst at uppskoti hjá Nýggjum Sjálvstýri

Finst at uppskoti hjá Nýggjum Sjálvstýri
Tíðin er farin frá, at samfelagið hevur fyrilit við foreldrum heldur enn tí, sum er best fyri barnið, heldur formaðurin í Pedagogfelagnum
Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, er avgjørdur, nú hann finst at lógaruppskotinum hjá Nýggjum Sjálvstýri um at loyva kommununum at geva foreldrum pengar fyri at vera heima hjá børnunum
 
02.03.2016 - 09:33

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, er avgjørdur, nú hann finst at lógaruppskotinum hjá Nýggjum Sjálvstýri um at loyva kommununum at geva foreldrum pengar fyri at vera heima hjá børnunum.

Jógvan Philbrow sigur, at í staðin fyri eigur lógin um dagstovnar og dagrøkt at verða endurskoðað fyri at tryggja øllum børnum í landinum javnbjóðis atgongd til dygdargóðar stovnar.

Uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri tryggjar ikki børnum dygdargóða framtíð, sigur Jógvan Philbrow. Um so var, so hevði ætlanin ella uppskotið verið at givið fleiri møguleikar at útbúgva seg til námsfrøðing og kravt hevði verið, at øll, sum arbeiða við børnum, hava eina útbúgving.

Vandi fyri at vit fáa tveir samfelagsbólkar

Formaðurin í Pedagogfelagnum ávarar eisini móti, at fólk eru heima uttan løn, tí tá fáa tey ikki spart upp til sína egnu eftirløn, skrivar heimasíðan hjá Pedagogfelagnum.

- Vandi er fyri, at vit fáa tveir samfelagsbólkar, her annar hevur størri eftirløn. Hin parturin missir longu eftirløn við at fara í barsil, sigur formaðurin í felagnum.

Harafturat hava kvinnur longu tey verri løntu størvini, sigur Jógvan Philbrow. Uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri verður viðgjørt á tingfundinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512