- Tíðindi, mentan og ítróttur
17 uppskot borin í Løgtingið
17 uppskot borin í Løgtingið
Landsstýrið hevur latið Løgtinginum 17 uppskot, ið verða løgd fram áðrenn framløgufreistina um eina viku, 7. mars
29.02.2016 - 17:14
Landsstýrið hevur latið Løgtinginum til samans 17 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin. Tað skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.
Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá fleiri stjórnarráðum. Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt tilsamans 59 uppskot fyri Løgtingið.
Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur eftirkannað øll uppskotini, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivinum. Seinasti framløgudagur í Løgtinginum er 7. mars 2016.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV