- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvørt valstað skal hava minst 100 veljarar
Nú kommunuvallógin er endurskoðað, er minsta mark fyri støddina á valstøðum komið i lógina.
Vandin við valstøðum, har fáir veljarar eru, er tann, at illa ber til at velja loyniliga. Eru fáir veljarar, ber til at eyðmerkja atkvøðurnar.
Nógv valstøð hava færri enn 100 veljarar
Verandi skipan við ongum lágmarki tryggjar ikki loyniliga atkvøðugreiðslu, tí nógv valstøð hava fáar veljarar. Á okkurt um triðja hvørjum valstaði eru færri enn hálvthundrað veljarar.
Sambært einum uppriti, sum Poul Christoffur Thomassen, aktuarur, gjørdi um løgtingsval á sumri 2013, skal hvørt valstað hava í minsta lagi millum 175 til 230 veljarar.
Tá kann væntast, at atkvøðurnar eru 150 til 200. Men í lógaruppskotinum, sum nú er sent til hoyringar, er lágmarkið 100 veljarar. Á smærri valstøðunum hendir ofta, at flokkar fáa eina ella tvær atkvøður.
SÍ EISINI Kommunuvallógin kanska broytt áðrenn valið
Á hesum valstøðum kann tá vera gjørligt at rokna út, hvør hevur atkvøtt hvat, tí so fáar atkvøður eru, skrivar Poul Christoffur Thomassen.
Tann flokkur, sum fær fægstar atkvøður, eigur at hava minst fimm, men helst 10-20 atkvøður á hvørjum valstaði.
Í løgtingsvallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn tíggju veljarar. Enn hevur lógin um kommunuval onga áseting um veljaratal.