Vænta at fáa uppritið í næstu viku

Vænta at fáa uppritið í næstu viku
Álitið frá vinnunevndini um royndaruppboðssølu kemur neyvan fyrr enn í aðru viku
Bjarni Hammer er formaður í løgtingsins vinnunevnd
 
06.02.2016 - 17:16

Fyrisitingin í løgtinginum fer í næstu viku at skriva løgfrøðiliga uppritið, sum Vinnunevndin hevur biðið um í sambandi við uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um m.a. at selja fisk á uppboðssølu. 

.Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, sigur, at hann væntar at fáa uppritið seinnapartin í næstu viku, og nevndin fer væntandi at leggja álit fyri løgtingið í aðru viku.

Vinnunevndin hevur freist til 9. februar - tað er týsdagin - at leggja álit fram.

Verður neyðugt at biðja um loyvi at leingja freistina at leggja álitið fram eina ferð aftrat, verður tað gjørt, sigur Bjarni Hammer.

Upprit til reiðarar

Reiðarafelagið hevur fingið tveir løgfrøðingar at meta um uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og sambært uppritinum frá teimum, kann landsstýrið verða stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðararnir siga seg eiga til 1. januar 2018.

Sum skilst er vinnunevndin liðug at skriva álit til uppskotið, men kanska verða smávegis broytingar gjørdar í álitinum, tá nevndin hevur fingið uppritið frá fyrisitingini í løgtinginum. 

Bara svartkjaftur

Tað skilst, at samgonguflokkarnir, sum eru í minniluta í nevndini, góðtaka bara, at ein avmarkað nøgd av svartkjafti verður seld á eini royndaruppboðssølu.

Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal skuldu makrel, sild og toskur í Barensthavinum eisini seljast á uppboðssølu. 

Andstøðuflokkarnir í vinnunevndini, sum eru í meiriluta, taka ikki undir við uppboðssølu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109