Spyr um minstuløn hjá útróðrarmonnum

Spyr um minstuløn hjá útróðrarmonnum
Fiski- og útróðrarmenn, sum fáa minstaforvinning, fáa so lítið burturúr, at tað eggjar teimum ikki at arbeiða, heldur fólkaflokstingkvinna
Minstalønin er ov lág, heldur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir
 
06.02.2016 - 14:02

Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Høgna Hoydal, landsstýrismann, um minstulønina.

Minstiforvinnurin er í løtuni 18.000 krónur um mánaðin, og frítiðarløn verður ikki roknað av minstaforvinninginum. Eitt hugsað dømi kann vera, at útróðrarmaður hevur ein fiskipart, sum er 12.000 krónur um mánaðin.

Forvinnur hann eitt nú 6.000 kr. um mánaðin aftrat á landi, verður mánaðarliga inntøkan ikki 24.000 kr., tí tær 6.000 krónurnar verða mótroknaðar í minstaforvinninginum, og tí verður inntøkan bara 18.000 kr.

Á fátækramarkinum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at almenna fátækramarkið í Føroyum fyri pør við tveimum børnum er 20.677 krónur og fyri pør við fýra børnum 26.585 krónur.

Hesar upphæddir eru allar netto, tí skatturin er goldin. Tí liggur minstaforvinningurin hjá útróðrarmanninum tætt við ella á fátækramarkinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Hon spyr Høgna Hoydal, um ætlanin er at hækka mánaðar­liga minstaforvinningin hjá útróðrar­monnum, ella at hækka markið fyri mótrokning av inntøku á landi.

Eisini verður spurt, um ætlanin er at veita frítíðarløn av minstaforvinninginum hjá útróðrarmonnum. Løgtingið fer á fundi mikudagin at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109