Norðingur fingið fiskiloyvi

Norðingur fingið fiskiloyvi
Norðingur, ið P/f Næraberg keypti úr Danmark, hevur nú fingið fiskiloyvi. Skipið hevur fingið loyvi at fiska svartkjaft og makrel
Norðingur, ið her sæst við bryggju í Havn, hevur fingið loyvi at fiska svartkjaft og makrel
 
01.02.2016 - 11:13

Norðingur hjá P/f Nærabergi hevur nú fingið fiskiloyvi. Nótaskipið hevur loyvi at fiska svartkjaft og makrel.

Norðingur hevur fingið loyvini, sum Slættaberg hjá sama reiðaríi hevði. Slættaberg er lagdur, og manningin er farin um borð á Norðing.

P/f Næraberg keypti Ruth úr Danmark fyri 70 milliónir krónur, og gav skipinum navnið Norðingur. Norðingur er størri enn Slættaberg, og tekur 600 tons meira enn hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389