Gjógvin millum rík og fátæk veksur

Gjógvin millum rík og fátæk veksur
EITT prosent av fólkinum í heiminum eigur meira enn restin av fólkinum í heiminum, skrivar hjálparfelagsskapurin, Oxfam, í frágreiðing
 
18.01.2016 - 16:54


Gjógvin veksur og 100 miljardir dollarar eru horvnir frá menningarlondunum seinsta árið. Hetta er í samsvari við tað, sum Oxfam-felagsskapurin spáddi fyri ári síðani, skrivar BBC.

- Vit hava kreppu tá tað snýr seg um at oyðileggja framstigini, sum vit hava gjørt í sambandi við at niðurberja fátækradømi seinastu 20-30 árini, sigur Helen Szoke í Oxfam, við svensku tíðindastovuna, TT.

Fjaldur peningur

Felagsskapurin skrivar, at 7,6 miljardir dollarar eru fjaldir í skattaparadísum, og verða ikki skattaðar so at fátæka fólkið kann fáa sjúkrahús, skúlar og vatnskipanir.

- Tað krevur dirvi hjá eini stjórn at bjóða av stóru feløgunum og sera ríku persónunum, og fáa tey at rinda skatt, sigur Szoke. 

Her kanst tú síggja listn yvir heimsins ríkastu

Frágreiðingin hjá Oxfam verður løgd fram á heimsbúskaparligari ráðstevnu í Davos, og er grundað á tøl frá 2015-listanum hjá Forbes og Credit Suisse. 

62 tey ríkastu í heiminum eiga líka nógv, sum 3,6 miljardir menniskju í heimsins fátækastu londum. Tað vil siga helmingurin av fólkinum í heiminum.

Bill Gates stendur ovasta á Forbes-listanum - hann eigur 79,2 miljardir dollarar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109