Landsstýrismaðurin i alimálum fylgir væl við

Landsstýrismaðurin i alimálum fylgir væl við
Landsstýrismaðurin í alimálum fylgir neyvt við støðuni viðvíkjandi laksalús á føroysku firðunum
Landsstýrismaðurin i alimálum, Poul Michelsen, fylgir væl við støðuni viðvíkjandi laksalús á føroysku firðunum
Mynd: savnsmynd  
 
17.01.2016 - 16:31

Poul Michelsen sigur, at hann fyri umleið tveimum vikum síðan kallaði umboð fyri alivinnuna á fund saman við landsdjóralæknanum og fólki úr Vinnumálaráðnum at viðgera avbjóðingarnar við laksalús.

Hann hevur biðið partarnar gera sínar metingar av, hvat skal gerast við lúsatrupulleikan og sigur, at hann er sinnaður at hjálpa til við neyðugu lóggávuni á økinum, um partarnir meta, at lógarbroytingar skulu til fyri at loysa trupulleikan.

Poul Michelsen sigur, at hann fer at kalla partarnar inn aftur á fund um eina til tvær vikur fyri at vita, hvørja niðurstøðu alarar og landsdjóralæknin hava gjørt sær.

Kanningar vísa, at føroyskur laksur gerst alt meira fongdur við lús. Í desember í fjør kom talið á kynsbúnum laksalús upp á 38 milliónir. hetta er dupult so nógv sum árið fyri og fýra ferðir so nógv sum fyri trimum árum síðan. Vøksturin hevur serliga verið stórur í heyst og vetur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389