Islamskur yvirgangur í Burkina Faso

Islamskur yvirgangur í Burkina Faso
28 fólk hava latið lív í høvuðsstaðnum í Burkina Faso, Ouagadougou, skrivar The Globe and mail
al-Qaeda hevur tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini í Burkina Faso
Mynd: The Globe and mail  
 
17.01.2016 - 10:18

Seks Kanadiarar vóru millum tey 28 fólkini, sum lótu lív í eini yvirgangsatsókn á eitt gistingarhús, Splendid Hotel, í høvuðsstaðnum, Ouagadougou, í vesturafrikanska statinum, Burkina Faso.

Hendingin fór fram í gjár, leygardagin, og felagsskapurin al-Qaeda hevur tikið ábyrgdina av atsóknini. Tað eru serliga vesturlendingar, sum gista í Splendid Hotel.

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, hevur váttað, at seks kanadiarar lótu lív í atsóknini. Allir seks vóru í Burkina Faso, sum sjálvboðin hjálparfólk, at betra um umstøðurnar millum fólkasløgini í Burkina Faso.

Teir fýra yvirgangsmenninir vóru allir skotnir, tá fronsk trygdarherlið komu á staðið, skrivar The Globe and mail í morgun.

Hetta er fyrstu ferð at islamskar hernaðaratsóknir eru framdar í høvuðsstaðnum í Burkina Faso.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109