Dani dottin oman av Ukkusissat

Dani dottin oman av Ukkusissat
Seinnapartin í gjár doyði ein 57 ára gamal dani eftir at hann datt oman av fjallinum Ukkusissat, ella Stóra Malena, sum tað eisini verður kallað
Mynd tikin av fjallatoppinum á Stóru Malenu
Mynd: commons.wikimedia.org  
 
17.01.2016 - 10:40

Hesum boðar politiið í Nuuk frá í tíðindaskrivi. Politiið fekk fráboðan um vanlukkuna seinnapartin í gjár, og sløkkiliðið í Nuuk, politiið og tyrlan hjá sjóverjuskipinum Thetis fóru beinanvegin at leita eftir manninum. 

Vælumtókta ferðamálið, fjallið Ukkusissat, ella Stóra Malena við Nuuk í Grønlandi, sum fleiri føroyingar hava vitjað, er ikki heilt vandaleyst at ferðast á. 

57 ára gamli maðurin varð seinni funnin lívleysur longri niðri í fjallalíðini. Læknin hjá bjargingarliðnum kundi beinanvegin staðfesta, at maðurin doyði av løstunum frá fallinum av fjallinum, sigur politiið. Enn er ógreitt, hví maðurin datt og hvat hendi á fjallinum í gjár.

Tey avvarðandi eru ikki kunnað um vanlukkuna, og tí vil politiið ikki siga meira um tilburðin enn.

Stóra Malena er 772 metrar til hæddar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109