Noreg leingir marknaeftirlit

Noreg leingir marknaeftirlit
Noreg, ið setti hert eftirlit í verk í november mánað, hevur fyribils longt marknaeftirlitið til 14. februar
Noreg hevur longt sítt marknaeftirlit til 14. februar. Síðani landið setti marknaeftirlit í verk í november, er talið av flóttafólkum minkað munandi
 
15.01.2016 - 16:14

Noreg hevur longt sítt marknaeftirlit til 14. februar. Síðani landið setti marknaeftirlit í verk í november, er talið av flóttafólkum minkað munandi.

- Marknaeftirlitið hevur virkað væl, og tað er ivaleyst orsøkin til, at færri fólk royna at koma til Noregs, sigur norsku løgmálaráðharrin, Anders Anundsen við NRK.

Noreg setti strangari eftirlit í verk tann 26. november, eftir at Svøríki hevði hert sítt eftirlit. At byrja við var passeftirlitið við ferjurnar sum koma til Noregs hert.

SÍ EISINI Svøríki leingir hert marknaeftirlit

Tað fekk alt fyri eitt ávirkan á talið av fremmandum, sum royndu at koma til Noregs, og tí gjørdi norska stjórnin í desember av at leingja eftirlitið, og tað hevur stjórnin gjørt aftur nú.

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sigur, at endamálið við eftirlitinum er at steðga fólki, sum ikki hava krav um vernd í landinum.

Svøríki setti marknaeftirlit í verk 12. november, og tað er fyribils galdandi til 8. februar. Danska stjórnin hevur eisini longt sítt eftirlit á markinum til Týsklands til 3. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109