- Tíðindi, mentan og ítróttur
Muslimar venda yvirgangsfelagsskapum bakið
Ein meiningakanning, sum er gjørd millum ungar arabiskar muslimar í fleiri londum, vísir, at tey ungu halda, at Islamiskur Statur og al-Qaeda reingja ella avlaga læruna hjá islam.
- Í minsta lagi tríggir fjórðingar av teimum spurdu halda, at IS og Al Qaeda antin púrasta avlaga islamsku læruna ella hava mistikið seg í tí mesta, sigur kanningarstovnurin Zogby, ið hevur gjørt kanningina.
Spurdu umleið 5.400 fólk
Í kanningini spurdu tey útivið 5.400 fólk í aldrinum 15-34 ár úr Marokko, Egyptalandi, Saudiarabia, Sameindu Arabisku Emiratunum, Bahrein, Kuwait, Jordan og teimum palestinsku økjunum.
Talan var bæði um kvinnur og menn. Yvir 90 prosent av teimum ungu í Marokko og Sameindu Arabisku Emiratunum skýra báðar bólkar at vera eina fullkomna avlagan av islam.
Tað sama hildu 83 prosent í Egyptalandi, meðan tað var nakað lægri í Bahrain og Jordan, har tað var nakað yvir 60 prosent.
Fleiri orsøkir til at fólk stuðla felagsskapunum
Í palestinsku økjunum og í Saudiarabia halda 55 prosent av teimum spurdu í kanningini, at Islamiskur Statur og al-Qaeda reingja islamsku læruna.
Fleiri av teimum ungu - gott 30 prosent - halda, at mutur og kúgandi stjórnir eru orsøkin til, at ungar kvinnur og menn fara upp í slíkar víðgongdar bólkar.
Onnur halda, at víðgongdir prestar hava ein leiklut, og eisini vantandi útbúgving. Kanningarnar hjá Zogby-stovninum vórðu gjørdar í oktober og november í fjør.