Minst 10 fólk deyð í yvirgangsálopi

Minst 10 fólk deyð í yvirgangsálopi
Í minsta lagi 10 fólk eru deyð og 15 løstað í bumbubresti í einum øki í Istanbul í Turkalandi, har ferðafólk halda til
Í minsta lagi 10 fólk eru deyð og 15 onnur løstað í Istanbul í Turkalandi eftir at ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina
Mynd: AP  
 
12.01.2016 - 12:32

Norska Uttanríkisráðið hevur boðað frá, at ein norðmaður er millum tey løstaðu í stóra turkiska býnum. Bumbubresturin var beint við Sultan-ahmet-borgina og bláu moskuna í miðbýnum í Istanbul í morgun.

Hetta er eitt vælvitjað ferðamál í Istanbul. BBC skrivar, at ábendingar eru um, at talan var um eina sjálvmorðsbumbu. Økið er nú avbyrgt og kannað verður, hvat slag av spreingievni varð brúkt, sigur guvernørurin í Istanbul sambært BBC.

Bresturin merktist langt burturi

Erdogan forseti segði á tíðindafundi fyri løtu síðani, at útlendingar eru millum tey deyðu, og tíðindastovan Dogan skrivar, at seks týskarar og ein frá Peru er millum tey løstaðu.

Bumbubresturin í morgun var so ógvusligur, at hann merktiskt tveir kilometrar burturi, har journalisturin hjá Danmarks Radio, Nanna Muus Steffensen býr.

- Tað var ein sera harður brestur, sum var so ógvusligur, at eg í roynd og veru helt, at okkurt var hent stutt hiðani, sigur hon við DR. Hon er nú stødd við Sultan-ahmet-borgina, har bumbubresturin var.

Spreingingin var í søguligum býarparti

- Eg havi tosað við ein mann, sum hevur ein handil, sum selur teppi og leirlutir fáar hundrað metrar frá brestinum. Hann var stúrin um, hvussu hetta fer at ávirka Turkaland og ferðavinnuna í Istanbul.

- Vit vita ikki enn neyvt, hvat er hent, men handilsmaðurin stúrdi fyri, at tað er Islamskur Statur, sum hevur gjørt eitt sjálvmorðsálop, sigur Nanna Muus Steffensen við DR.

Talan er um ein søguligan býarpart, sum hevur stóran súmbolskan týdning. Í oktober í fjør var stórt yvirgangsálop í Turkalandi, har í minsta lagi 102 fólk doyði undir eini friðargongu í høvuðsstaðnum Ankara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109