Neyðhjálp á veg til svøltandi sýrar

Neyðhjálp á veg til svøltandi sýrar
Trotið á mati og heilivági í sýriska býnum, Madaya, er so álvarsligt, at fólk mugu eta gras og kelidjór fyri at yvirliva
Neyðhjálpin, ið skuldi koma til fólk í Madya í Sýria, er seinkað, men er nú á veg. Á myndini eru kortini fólk í eini flóttafólkalegu í Jordan seinasta mikudag
Mynd: AP  
 
11.01.2016 - 10:59

Neyðhjálpin, ið skuldi koma, er seinkað, skrivar BBC. Deildir hjá Bashar al-Assad, forseta, hava kringsett uppreistrarsinnaða býin síðani juli mánaði í fjør.

Síðani oktober eru hvørki matur ella heilivágur komin til býin. Longu tá var støðan í sýriska býnum álvarslig, upplýsir BBC.

Heimsmatvørustovnurin, WFP, vónaði annars, at neyðhjálp kundi veitast teimum 40.000 íbúgvunum í býnum. Fleiri børn, sjúk og gomul eru deyð í hungri, tí tey ikki hava fingið viðgerð fyri sjúku.

Óvist hvussu nógv eru deyð

Ógreitt er, hvussu nógv fólk eru deyð. Nýggjar myndir vísa svøltandi børn, millum annað ein lítlan drong, sum ikki hevur fingið at eta í eina viku.

Óvæntaðar hendingar bera í sær,, at bilafylgið við neyðhjálp kemur í fyrsta lagi einaferð í dag til Madaya, sum liggur á einum fjallatoppi.

Madaya er ikki einasti býur, har fólk hungra, men býurin hevur verið nógv umrøddur, tí fleiri myndir frá býnum síggjast á sosialum miðlum. Til samans búgva 400.000 fólk í 15 sýriskum býum, ið eru kringsettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109