- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metnógvir útlendingar útvístir
Metnógvir útlendingar útvístir
Noreg sendi í fjør næstan 8.000 fólk av landinum. So nógv fólk eru ikki send úr Noreg í einum ári, vísir ein nýggj uppgerð
11.01.2016 - 16:13
Ein triðingur er vístur av landinum, tí tey hava framt eitthvørt revsivert, og tey eru úr fleiri londum. Sløk 1600 fólk vórðu send av landinum, tí tey ikki fingu uppihaldsloyvi.
Góð 1100 fólk vórðu send til eitt annað land í Evropa, har tey skulu bíða eftir at umsókinin um uppihaldsloyvi verður viðgjørd.
525 av teimum, sum vórðu send av landinum, vóru børn, og 31 av teimum vóru komin einsamøll til Noregs.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV