Sára Nysted tikið fleiri met

Sára Nysted tikið fleiri met
Sára Nysted tekur yvirskriftirnar í Susvim kappingini í Vági. Hon hevur longu sligið fleiri føroysk met
 
09.01.2016 - 15:46

Tað er mest sum sama positiva søga hvørja fer Sára Nysted kavar í hylin.

Hon tekur eitt met fyri og annað eftir.

Svimjarin úr Suðuroyar svimjifelagi er í toppformi, og hon hevur í dag longu sett trý føroysk met í fyrstu kappingini á langgeil í Føroyum, sum verður hildin í Pálshøll í Vági.

800 frí

Sára hevur sett nýtt met í 800 m. frí. Tíðin hjá henni var 9.12.01. Har við skavaði hon meira enn seks sekund av gamla metinum, sum Mona Simonsen setti í 2007.

100 frí

í 100 m. frí var Sára eisini skjótast. Her tók hon sítt egna føroyska met við tíðini 58 sekund og 91 hundraðpartar. Gamla metið var 59.37

400 frí

Fyrsta metið setti Sára í morgun í 400 frí. Sára kom á mál við tíðini 4.24.20. Gamla metið á 4.26.87 átti Vár Erlingsdóttir Eidesgaard frá Portugal Open, sum var í august mánaði.

Kelda: svimjing.com. Har ber til at lesa meira um Susvim-kappingina í Vági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835