Maður skotin við løgreglustøð í París

Maður skotin við løgreglustøð í París
Ein vápnaður maður er skotin og dripin, tá hann fyri løtu síðani royndi at koma sær inn á eina politistøð í franska høvuðsstaðnum
Løgreglan á varðhaldi í franska høvuðsstaðnum, París, eftir at løgreglan um middagsleitið skeyt og drap ein vápnaðan mann, ið royndi at koma sær inn á eina politistøð norðarliga í franska høvuðsstaðnum
Mynd: AP  
 
07.01.2016 - 12:31

Samstundis sum París minnist blóðiga álopið á satirublaðið, Charlie Hebdo, fyri einum ári síðani, hevur løgreglan steðgað einum nýggjum álopi í býnum.

Løgreglan skeyt og drap fyri løtu síðani ein mann, ið royndi at koma sær inn á eina løgreglustøð við knívi og einum følskum bumbubelti.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sambæt altjóða miðlum rópti maðurin »allahu akbar« (Guð er stórur) tá hann royndi at koma inn á politistøðina norðarliga í franska høvuðsstaðnum.

Í dag er júst eitt ár síðan, at vápnaðir gerningsmenn trokaðu seg inn á redaksjónina á satirublaðnum, Charlie Hebdo, skutu frá hond og myrdu 10 fólk á blaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109