Undrast á marknaeftirlit

Undrast á marknaeftirlit
Týska marknaløgreglan undrast á eftirlitið, sum Danmark nú hevur sett í verk við markið millum Týskland og Danmark
Løgreglufólk kanna fólk og bilar, ið koma um týska markið í danska býnum Padborg, eftir at hert marknaeftirlit varð sett í verk mánadagin
Mynd: AP  
 
05.01.2016 - 09:24

Ein talsmaður fyri týsku marknaløgregluna í Bayern sigur við Danmarks Radio, at tað bara eru heilt fá flóttafólk og tilflytarar, sum nú brúka Týskland sum millumlið fyri at koma til Norðurlond.

Frank Koller sigur, at nýggju mannagongdirnar hava verið virknar í ein góðan mánað.

- Tey, sum ikki søkja friðskjól í Týsklandi, men vilja halda fram norðureftir, verða í stundini send aftur til Eysturríkis, sigur Frank Koller sambært DR.

Talsmaðurin sigur, at hetta er eitt tiltak, sum týska marknapolitiið hevur sett í verk, ikki minst fyri at vísa umhugsni fyri skandinavisku grannalondunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109