Marknaeftirlit skal nú standa sína roynd

Marknaeftirlit skal nú standa sína roynd
Fólk, sum ferðast við toki um Oyrasund, skulu nú út úr tokinum fyri at vísa pass ella annað samleikaprógv
Mynd: Kort: Google Earth  
 
04.01.2016 - 09:27

Á midnátt kom marknaeftirlitið millum Danmark og Svøríki í gildi. Og tað er í hesum tímunum, at skipanin av álvara sleppur at royna seg.

Formaðurin fyri Pendleraklubbanum Kystbanen, Michael Randropp, mælir fólki, ið ferðast í toki, til at hava samleikapappírini klár.

SÍ EISINI Seta í verk samleikaeftirlit í tokum og bussum

Fyri pendlaran merkir tað, at tað fer at taka longur tíð nú at ferðast við toki millum Svøríki og Danmark. Fleiri fjølmiðlar skriva, at tað gongur striltið at fáa fólk gjøgnum marknaeftirlitið.

Í fráboðan klokkan gott seks í morgun boðaði danska jarnbreytarverkið, DSB, frá, at marknaeftirlitið virkar sum ætlað og bert smávegis trupulleikar hava verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109