Spent støða ímillum Saudi Arabia og Iran

Spent støða ímillum Saudi Arabia og Iran
Tað hendi eftir at Saudiarabia í gjár avrættaði shiamuslimska leiðaran, Nimr al-Nimr.
 
03.01.2016 - 10:22

Viðurskiftini millum Saudi Arabia og Iran eru sera spent, eftir at stýrið í Saudi Arabia í gjár avrættaði shiamuslimska leiðaran Nimr al-Nimr, sum síðani 2011 hevur verið ein av leiðandi persónunum í shiamuslimsku mótstøðurørsluni móti stýrinum í tí sunni-muslimska Saudi Arabia.

Nimr al-Nimr var bara ein av 47 fólkum, sum stýrið í Saudi Arabia í gjár avrættaði - tey avrættaðu vóru løgd undir at vera yvirgangsfólk. 

Men Nimr al-Nimr var ein kendur leiðari, sum eitt nú hevði brúkt 10 ár av sínum lívi at lesa teologi í Iran, áðrenn hann flutti aftur til Saudi Arabia, har hann var virkin í mótstøðurørsluni móti landsins stýri.

Avrættingin elvdi beinanvegin til hvassar atfinningar úr Teheran. 

-Saudiarabiska stjórnin kemur at gjalda ein høgan prís fyri henda politikkin, segði ein talsmaður fyri stýrið í Teheran beint eftir avrættingina. 

Og í morgun halda hvøssu orðini úr iranska høvuðsstaðnum  fram. Saudiarabiska stýrið verður rakt av guddómmiligari hevnd, segði andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khamenei, í iranskum sjónvarpi.

Eisini varð eldur settur á saudiarabisku sendistovuna í Teheran í nátt.

Í morgun roynir ST-aðalskrivarin Ban Ki-moon at slætta sjógv. Aðalskrivarin heitir á allar leiðarar í økinum at hava friðin í huga og ikki koyra bensin á bálið við útsøgnum um avrættingarnar.

Ban Ki-moon sigur seg samstundis vera skelkaðan av avrættingunum í Saudi Arabia í gjár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109