Truplari at fáa politiskt friðskjól í Noregi

Truplari at fáa politiskt friðskjól í Noregi
Norski ráðharrin í innflytaramálum hevur lagt fram ikki færri enn 40 uppskot, sum gera tað strangari at fáa politiskt friðskjól í Noregi
Ráðharrin í innflytaramálum í noregi hevur lagt fram 40 uppskot, ið gera tað strangari at fáa politiskt friðskjól í Noregi. Herdu lógirnar hava eisini við sær, at tað verður truplari at fáa familjusameining
 
30.12.2015 - 08:39

Sylvi Listhaug, ráðharri í innflytaramálum, sigur, at tey mongu, ið biðja um friðskjól, kunnu fáa avleiðingar fyri norska vælferðarsamfelagið. Uppskotini byggja á semjuna, sum seks flokkar í Stórtinginum gjørdu í november.

Uppskotini hava til endamáls at avmarka talið á teimum, sum biðja um politiskt friðskjól. Í fjør bóðu 11.480 fólk um politiskt friðskjól í Noregi, í ár er talið komið upp á 30.538.

Truplari at fáa familjusameining í Noregi

Norsku útlendingamyndugleikarnir siga, at talið næsta ár kann sveiggja millum 10.000 og 100.000. Umleið ein millión flóttafólk og tilflytarar eru komin til Evropa um Miðjarðarhavið í ár.

Herdu lógirnar hava eisini við sær, at tað verður truplari at fáa familjusameining í Noregi. Tú skalt hava búð í Noregi í fimm ár fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, og størri krøv verða sett til at duga norska málið.

Stjórnin ætlar eisini, at tað skal verða lættari at vísa flóttafólkum burtur á markinum. Uppskotini verða nú send til hoyringar, og tey koma til viðgerðar í Stórtinginum um seks vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109