Atlantic Petroleum megnar ikki at rinda lán

Atlantic Petroleum megnar ikki at rinda lán
Eik banki skal ikki vænta at fáa pengarnar aftur, sum bankin hevur lænt Atlantic Petroleum
 
30.12.2015 - 18:34


Tað hevur oljufelagið fráboðað keypsskálanum í Oslo í dag.  

Atlantic Petroleum hevur lænt 58 milliónir frá Eik. 19,5 milliónir fella til gjaldingar í desember í ár, og tað er hesin avdrátturin, sum oljufelagið ikki megnar at rinda. 

Atlantic Petroleum er tó sum skilst ikki farið í gjaldssteðg. Leiðslan í felagnum er í tøttum samskifti við Eik banka, sigur felagið í fráboðanini. Felagið kunnar eisini bankan javnan um, hvussu gongst við neyðætlanini at selja Orlando feltið, sigur felagið í fráboðanini til keypsskálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946