Handtikin fyri yvirgangsætlanir nýggjársaftan

Handtikin fyri yvirgangsætlanir nýggjársaftan
Løgreglan í Belgia hevur tikið tvey fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um yvirgang í Brússel á nýggjárinum
Belgiska løgreglan á varðhaldi dagarnar undan jólum í Antwerpen. Tvey fólk í landinum eru nú skuldsett fyri at hava ætlanir um at fremja yvirgang á nýggjárinum
Mynd: AP  
 
29.12.2015 - 09:27

Belgiska ákæruvaldið upplýsir, at tilsamans vórðu seks fólk tikin sunnudagin og í gjár, men fýra av teimum eru latin leys, meðan tvey framvegis eru í varðhaldi.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fólkini er skuldsett fyri at hava havt ætlanir um hernaðarligt álop nýggjársaftan. Miðlar í Belgia skriva, at átakið hjá løgregluni var í Brússel, í landspartinum, Walloon Brabant, og í býnum Liege, har eysturi í landinum.

Løgreglan upplýsir, at hon fann herklæðir, propagandatilfar hjá ISIL, men hvørki vápn ella spreingievni. Fólkini, sum eru tikin, høvdu einki við atsóknina í París at gera, upplýsir løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109