Norska fregnartænastan kannar flóttafólk

Norska fregnartænastan kannar flóttafólk
Kripos hevur fingið boð um, at upp til 100 fólk, sum eru komin sum flótafólk til Noregs í ár, kunnu hava framt krígsbrotsverk
Kripos, norska fregnartænastan, ætlar at kanna viðurskiftini hjá 100 flóttafólkum, sum eru komin til Noregs. Illgruni er um, at fólkinu kunnu hava verið limir í Islamiskum Stati
 
28.12.2015 - 09:03

Flestu fólkini, sum Kripos hevur fingið boð um, koma úr Sýria, og ætlanin er at kanna viðurskiftini. Kripos er í ferð við at kanna umstøðurnar, og hevur higartil funnið fram til 15 til 20 fólk, sum kunnu hava framt kríksbrotsverk

Tað sigur leiðarin í Kripos fyri altjóða brotsverk, Sigurd Andreas Moe, við norska kringvarpið. Tá nýggjárið er farið aftur um bak, fer Kripos at avhoyra fólkini sum illgruni er til, sigur hann.

Kripos skal hava fingið boð um, at tey um 100 fólkini sum eru komin til Noregs sum flóttafólk, hava verið limir í Islamskum Stati, og kunnu hava verið partur av deildunum hjá Assad, foseta og har hava framt kríksbrotsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109