Húsagangir í oljuvinnuni seta nýtt met

Húsagangir í oljuvinnuni seta nýtt met
41 amerikonsk oljufeløg eru farin á húsagang í ár. Hildið verður, at keðiliga gongdin eisini fer at halda fram í 2016
Lági oljuprísurin og stór skuld noyddi í 2015 41 amerikonsk oljufeløg á húsagang, ið somuleiðis er nýtt met
 
28.12.2015 - 08:03

Orsøkin er lágur oljuprísur og ov stór skuld. Størsta felagið sum fór av knóranum var felagið, Samson Resources, sum í september mátti lata aftur, tí skuldin var 4,3 milliardir krónur.

Felagið hevði ov stóra skuldu, samstundis sum oljuprísurin er lækkaður alt 2015. Tey 41 amerikansku oljufeløgini høvdu eina skuld sum var tilsamans 16 milliardir dollarar.

So nógv feløg eru ikki farin á húsagang síðani fíggjarkreppuina í 2008, skrivar Børsen. Amerikanski tjóðbankin heldur at gongdin hjá amerikansku oljufeløgunum fer at halda fram í 2016.

Útlit eru til at oljuprísurin fer at halda fram við at lækka, samstundis sum Iran fer at selja meir olju, og londini í OPEC ikki kunnu semjast um at minka søluna av olju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109