- Tíðindi, mentan og ítróttur
Banna bilkoyring í tveimum italskum býum
Ov lítið avfall er viðvirkandi til, at teir báðir størstu býirnir í Italia nú eru omanfyri loyvda hámarkið fyri luftdálking, og bilkoyring nú verður bannað.
Kommisserurin í Rom, Francesco Paplo Tronca, hevur tí bannað privatfólki at koyra bil í dag og í morgin millum klokkan 10 og 16 í høvuðsstaðnum, skrivar italska tíðindastovan, Ansa.
Milano fer eisini væntandi at seta í verk forboð frá í dag og til og við mikudagin. Og hesar dagarnar verður hinvegin bíligari at koyra við almennu samferðsluna, sigur kommisserurin.
El-bilar sleppa at koyra
Tað merkir, at ferðaseðlarnir eru galdandi allan dagin, heldur enn sum vanligt bara í hálvanannan tíma. Forboðið er tó ikki galdandi fyri hybridbilar ella bilar, sum halda Evro-6 krøvini og knallertir, sum halda Euro-2 krøvini, skrivar Ansa.
Rom hevur stríðst við at lækka luftdálkingina við fleiri tiltøkum. Eitt nú hava bilar, sum hava nummarplátu sum endar við ólíka endatali, ikki loyvi at koyra í eina viku, og næstu vikuna var forboðið galdandi fyri bilar sum enda við líka endatali.
Umframt koyriforboðið, hevur Roma eisini sett avmarkingar fyri upphiting av húsum og skrivstovum, sum ikki skulu fara uppum 18 hitastig.