- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heitir á Vesturheimin um at vísa ábyrgd
Fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin, David Miliband, heitir nú alment á bretsku og amerikonsku myndugleikarnar um ikki at fella fyri freistingini at lata dyrnar aftur fyri flóttafólki úr Sýria.
Fleiri enn ein millión fólk eru komin úr Miðeystri til Europa í ár, og nógv óttast, at økti fólkastreymurin kann elva til fleiri yvirgangsatsóknir á okkara leiðum, tí víðgongd fólk eru millum flóttarnar.
Hesum vísir David Miliband aftur.
Hann sigur, at tey, sum skipaði fyri álopunum á París, tá 130 ósek fólk lótu lív, og tey, sum drupu 14 fólk í amerikanska býnum San Bernardino, ikki vóru flóttafólk, men fólk, sum í flestu førum vóru fødd og uppvaksin í ávíkavist Fraklandi og USA.
Flóttafólk kunnu gera gagn
David Miliband sigur, at hóast nógv óttast álvarsligu støðuna, so eiga myndugleikarnir ikki at lata seg stýra av ótta. Teir eiga heldur at fara til verka og undir skipaðum umstøðum taka ímóti teimum, sum søkja um skjól bæði í Europa og USA.
"Sannleikin er, at friðskjól fyri flóttafólk og amerikanskur tryggleiki altíð hava gingið hond í hond - søguliga sæð er hetta ein sólskinssøga," sigur David Miliband.
Í sama viðfangi vísir hann á, at Sergey Brin, ið stovnaði Google, flýddi úr Sovietsamveldinum við foreldrum sínum undir kalda krígnum.
Eisini fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðharrin Madeleine Alright kom til USA sum flóttafólk undan harðrenda stýrinum í Kekkoslovakia í 1948.
David Miliband var bretskur uttanríkisráðharri frá 2007-2010. Hann starvast í dag hjá einum altjóða hjálparfelagsskapi, sum Albert Einstein í síni tíð stovnaði til tess at hjálpa fólk í neyð.
Albert Einstein flýddi undan nasistunum undir 2. verðaldarbardaga, og fekk loyvi at seta búgv í USA.
Sjálvur flóttasonur
Pápi David Miliband slapp sjálvur við seinsta flóttafólkabátinum um Ermasund úr Belgia til Bretlands, beint áðrenn nasistarnir herðsettu Belgia í mai 1940.