Einsamallur um Kyrrahav

Einsamallur um Kyrrahav
John Beeden hevur síðan 1. juni róð langa teinin úr USA til Australia púra einsamallur
Teinurin, sum Beeden róði, er knapar 11.300 kilometrar
 
27.12.2015 - 16:39

209 samdøgur. So drúgva tíð tók tað John Beeden at rógva einsamallur um Kyrrahav.

1. juni í ár setti hann kós úr San Fransisco í USA, og hann hevur síðani róð út í eitt til Cairns í landnyrðingsaustralia, har hann legði at landi í dag.

John Beeden er helst tann fyrsti at rógva einsamallur um Kyrrahav uttan at leggja at nakra staðni á leiðini, og teir 209 dagarnar hann róði, legði hann knappar 11.300 kilometrar afturum seg.

Her síggjast myndir av bátinum hjá John Beeden, og BBC News gjørdi eisini eina samrøðu við mannin, tá hann legði at landi í Australia í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109