- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pávin: Gevið brúkaramentanini minni gætur
Tey vóru mong í tali - fólkini, sum jólaaftan vóru komin saman í Pæturskirkjuni í Rom at lýða á siðbundnu prædikuna hjá pávanum.
Frammanfyri tíggjutúsund tals fólkum heitti pávin á heimin um at stýra burtur frá grunnu virðunum, og heldur njóta tey einføldu og veruligu virðini.
- Í einum samfelag, ið er rúsað av tí materiella, tráan eftir njóting, ríkidømi, oyðsli, útsjónd og sjálvkærleika, mælir Jesus okkum til at gera tað, ið er umráðandi í lívinum, segði pávin sambært tíðindastovuni, DPA.
Trygdin vorðin herd
Í jólaprædikuni fanst pávin eisini at "eini mentan av týdningarloysi, sum ikki sjálvdan mennist til eirindaloysi."
Frans pávi fanst eisini at "heiminum, sum alt ov ofta er náðileysur móti syndaranum, men tollyntur ímóti syndini sjálvari."
Trygdin á jólaguðstænastuni varð í ár herd í mun til undanfarin ár. Øll fólk, ið skuldu inn í Pæturskirkjuna í Rom, vórðu kannað áðrenn, skriva útlendskir miðlar.