Óttast framvegis yvirgang í París

Óttast framvegis yvirgang í París
Vápnaðir hermenn og løgregla seta sín dám á miðbýarmyndina í franska høvuðsstaðnum, ið framvegis er á varðhaldi eftir atsóknirnar 13. november
Hermenn á varðhaldi við Notre Dame dómkirkjuna í París tollaksmessudag. Myndugleikarnir eru framvegis á varðhaldi eftir álopini 13. november
Mynd: AP  
 
25.12.2015 - 11:12

Tey plaga at koma til París á jólum hvørt ár - tey nógvu ferðafólkini. Men í ár eru tey ikki so mong, ið vitja París á jólum.

Óttin fyri yvirgangi fær í ár ferðafólk at setast aftur. Higartil er flogferðslan til París á jólum minkað við einum triðingi sammett við onnur ár.

Eisini teir smáu bátarnir, ið sigla við ferðafólkum í Seine-ánni í París, merkja óttan fyri yvirgangi. Bátarnir hava siglt útivið 30 prosent færri fólk hesi jólini.

Nýggjar handtøkur gjørdar

Samstundis sum ferðavinnan í franska høvuðsstaðnum er merkt av afturgongdini hesi jólini, boða myndugleikarnir í Belgia frá nýggjum handtøkum.

Belgisku myndugleikarnir hava handtikið ein 30 ára gamlan mann, ið er skuldsettur fyri at hava viðvirkað til yvirgangsálopini í París 13. november.

130 fólk lótu lív í yvirgangsálopunum í franska høvuðstaðnum, París, fyri seks vikum síðani. Harumframt vórðu hundraðtals onnur eisini særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109