- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ódnarveður kravt mannalív í Noregi
Í Holmenkollen, nærhendis Oslo, doyði ein kvinna jólaaftan, tá ein flaggstong rakti kvinnuna uttanfyri eina kirkju.
- Tað er líkt til, at flaggstongin brotnaði orsakað av nógva vindinum á staðnum, sigur Finn Belle, innsatsleiðari í økinum, sambært NRK.
Hendingin fór fram klokkan 13:30 jólaaftan. Kvinnan, í 40-árunum, fekk ógvusligar løstir, og lívið hjá henni stóð ikki til at bjarga.
Maður feyk á sjógv
Í Vest-agder, har suðuri í Noregi, doyði ein ungur maður, tá nógvur vindur blásti hann um koll og hann fór í havið. Leitingin eftir manninum er steðgað, og endað uttan úrslit, sigur løgreglan.
Ógvusligi vindurin hevur gjørt tað vandamikið at ferðast tætt við havið í økinum við Agder, har aldurnar hava verið fýra-fimm metur høgar.
Hetta er aðru ferð eftir bert fáum døgum, at ringt veður krevur mannalív í Noregi. Fyri minni enn einu viku síðani lat ein maður lív, tá ein skalvur leyp oman yvir Longyearbyen í Svalbard.