- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metár hjá fiskimonnum í Noregi
Til 21. desember var fiskur fyri eitt virði uppá 9,53 milliardir kr. landaður í Norðurnoreg. Í fjør var eisini metár, tá fiskur fyri 7,9 milliardir kr. varð avreiddur.
So talan er um at metið frá í fjør verður sligið við meir enn hálvariaðrari milliard krónur, skrivar norska blaðið, Dagens Næringsliv.
Longu seinast í november varð greitt, at 2015 gjørdist besta árið nakrantíð til fiskiskap, tí tá varð útflutt fyri 67,3 milliardir kr. av fiskavørum.
Fleiri orsøkir til vøksturin
Eisini í øðrum pørtum av Noreg verður sagt frá munandi framgongd í fiskivinnuni. Orsøkn til góða árið eru stórar kvotur, fleiri marknaðir og at norska krónan er lág.
Síðani í 2013 hevur norska toskakvotan í Barentshavinum verið so stór sum ongantíð fyrr. Samstundis hava prísirnir verið góðir, og tá norska krónan samstundis er lág, gongur væl at selja fiskavørurnar.
Gongdin hevur við sær, at norsku fiskimenninir í ár tjena so nógv sum sjálvdan fyrr, og gongdin tykist at halda fram, skrivar blaðið, Dagens Næringsliv.