- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alsamt fleiri søkja um friðskjól í Danmark
Tøl frá danska útlendingstýrinum vísa, at í oktober í ár søktu 3646 fólk um friðskjól í Danmark, og sostatt vóru bæði november og oktober metmánaðir.
Tær fyrstu tvær vikurnar í desember søktu 1400 fólk um friðskjól, og tí bendir nógv á, at talið av umsøkjarum nú fer at minka.
Inger Støjberg, útlendinga-, integratións- og bústaðarmálaráðharri sigur í tíðindaskrivi, at nú danska stjórnin hevur hert treytirnar fyri flóttafólk og tey sum søkja um friðskjól, so tykist talið at minka í desember.
Serliga fólk úr Miðeystri
Higartil í ár hava 18.492 fólk søkt um friðskjól í Danmark í ár. Talið av umsøkjarum í fjør var 14.792.
Serliga er talið av umsøkjarum úr Sýria, Iran, Afganistan og frá fólki uttan ríkisborgaraskap, vaksið.
Tilsamans 2364 iranar hava søkt um friðskjól í ár - í fjør søktu 300 iranar um friðskjól í Danmark.