Hetta verður dýrari á nýggjárinum

Hetta verður dýrari á nýggjárinum
Fyrsta januar verður dýrari at fylla brennievni á bilin. Punktgjøldini á bensin og diesel hækka nú
Á nýggjárinum verður dýrari hjá tær at fylla tangan í bilinum. Løgtingið samtykti við triðju viðgerð at hækka punktgjøldini á brennievni
 
21.12.2015 - 16:43

Løgtingið samtykti við triðju viðgerð í dag at hækka punktgjøldini á bensin og diesel. Punktgjaldið á bensini hækkar við 30 oyrum, úr 2,40 fyri liturin, uppí 2,70 fyri liturin.

Punktgjaldið á diesel hækkar við 25 oyrum, úr 50 oyrum fyri liturin, uppí 75 oyru liturin. Hinvegin so fara fólk at fáa meira í ferðastuðli.

Løgtingið samtykti eisini í dag, at hækka ferðastuðulin hjá fólki, ið ferðast millum bústað og arbeiðsstað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946