Mourinho fingið fótin

Mourinho fingið fótin
José Mourinho er ikki longur venjari hjá Chelsea. Hann hevur fingið fótin, sambært BBC
Venjarin hjá Chelsea, 52 ára gamli José Mourinho, er ikki longur venjari hjá liðnum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
17.12.2015 - 15:19

Venjarin hjá Chelsea, 52 ára gamli José Mourinho, er ikki longur venjari hjá liðnum. Tað skrivaði bretska kringvarpið, BBC, á Twitter fyri løtu síðani.

Chelsea hevur havt vánaliga byrjan í hesum kappingarárinum, og liggur í løtuni á 16. plássi í Premier League. Sambært Daily Mail fær venjarin 40 milliónir pund í uppsagnarløn.

Greinin heldur fram niðanfyri

Bretska blaðið, The Telegraph, veit at siga, at nýggjur venjari er longu funnin, og at tað verður 69 ára gamli hollendingurin, Guus Hiddink.

Hann hevur hægsta sigursprosentið av øllum útlendskum venjarum, sum hava roynt seg í Premier League. 84,6 prosent eftir 11 sigrar, ein javnan og ein taptan dyst í 2009.

Hetta er aðru ferð, at Mourinho er uppsagdur sum fótbóltsvenjari, skrivar BBC. Fyrru ferð var í 2007, tá hann fekk sekkin beint eftir at Chelsea hevði spælt javnt móti Rosenborg í Champions League.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981