Flóttafólk úr Sýria streyma til Evropa

Flóttafólk úr Sýria streyma til Evropa
Yvir 400.000 flóttafólk søktu um uppihaldsloyvi í evropeisku londunum í juli, august og september, vísir ein uppgerð hjá hagstovuni í ES, Eurostat
Tvífalt so nógv flóttafólk søktu um friðskjól í Danmark í juli, august og september, í mun til í øðrum fjórðingsári
 
10.12.2015 - 15:14

Tað vóru meir enn tvífalt so nógv flóttafólk, ið søktu um uppihaldsloyvi í í Danmark í juli, august og september, sum teir tríggjar mánaðirnar frammanundan.

Tað kemur fram í nýggjastu tølunum, sum evropeiski hagtalsgrunnurin, Eurostat, hevur savnað saman og nú eisini kunngjørt.

SÍ EISINI 5.000 flóttafólk til Evropa um dagin

Tað eru framvegis Týskland, Ungarn og Svøríki, sum fólkini velja at búgva í, sæst í uppgerðini. Meir enn helvtin í Týsklandi og í Ungarn.

Borgarakríggið í Sýria hevur við sær, at triðjahvørt fólk sum ynskir at búseta seg í einum ES landi, er úr Sýria. Næstflest eru úr Afghanistan og triðflest úr Irak.

Yvir 5.500 fólk søktu um uppihaldsloyvi í Danmark í triðja fjórðingsári, og tað vóru meir enn tvífalt so nógv sum í øðrum fjórðingsári.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342