682 arbeiðstímar til góðar

682 arbeiðstímar til góðar
Tað er alt ov nógv, at eitt starvsfólk í Mentamálaráðnum 682 arbeiðstímar til góðar
Starvsfólk í Mentamálaráðnum 682 arbeiðstímar til góðar
Mynd: savnsmynd  
 
29.11.2015 - 10:34

Tað heldur Landsgrannskoðanin, sum hevur kannað lønarviðurskiftini hjá starvsfólki í Mentamálaráðnum.

Í oktober í fjør fekk eitt starvsfólk løn fyri 750 yvirtimar og hevði tá 368 og ein hálvan tíma til góðar. Í november í ár eigur starvsfólkið 682 tímar til góðar.

- Tað er alt ov nógv at eiga so nógvar tímar til góðar, og tað er heldur ikki í tráð við reglurnar hjá ráðnum, skrivar Landsgrannskoðarin í síni nýggjastu ársfrágreiðing.

Mentamálaráðið hevur greitt landsgrannskoðaranum frá, at nógv yvirtíð er í próvtøkutíðini, ið roynt verður at avspáka í slakari tíðum. Leiðslan ætlar at minka um tímatalið, starvsfólkið eiga til góðar og fer seinni í ár at taka støðu til, hvussu nógv skal gjaldast út, stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657