- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú fáa fátøku familjurnar kanska loksins pening
Stakir uppihaldarar fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum ikki eru støk, fáa 22.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum hava fleiri enn eitt barn, fáa síðani 5.000 kr. afturat fyri hvørt barnið.
Sostatt fáa støk foreldur, sum hava trý børn til dømis, 28.000 krónur um árið. Endamálið er at hjálpa barnafamiljum, sum hava smáar inntøkur og trong kor.
Ískoytið minkar stigvíst við inntøkuni
Fult familjuískoyti fáa tey, sum hava minni enn 190.000 krónur í inntøku um árið. Ískoytið minkar stigvíst, so hvørt sum inntøkan fer upp um 190.000 krónur
1. august 2016 hækkar markið tó fyri, at familjuískoytið byrjar at lækka, upp í 200.000 kr. Tá inntøkan er komin upp í 275.000 kr. hjá støkum og 295.000 kr. hjá teimum, sum ikki eru støk, steðgar familjuískoytið.
Landsstýrið hevur sett av 8,6 milliónir krónur til familjuískoytið í fíggjarlógini fyri 2016. Harafturat koma pengar til at umsita skipanina.
Tung skipan at umsita
Skipanin krevur ikki sørt av umsiting, tí nógvar treytir og nógv krøv eru í lógaruppskotinum, sum saman við viðmerkingum er 18 síður.
Umsitingin fer at kosta tvær milliónir krónur um árið umframt hálva millión í stovningarkostnaði. Almannamálaráðið væntar, at serliga fólk í útbúgving og fólk, sum ikki arbeiða fulla tíð, fara at fáa størsta familjuískoytið.
Í okkurt um triðja hvørjum húski, sum fara at fáa familjuískoyti, eru ein ella fleiri, sum eisini fáa lestrarstuðul, stendur í viðmerkingunum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu.