- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið er nú komið niður á 2,5 prosent
Arbeiðsloysið er nú komið niður á 2,5 prosent
Árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið er nú aftur komið niður í 2,5%. Fyrr í ár lá tað javnt um 3%, men nú er tað farið niður í 2,5%
26.11.2015 - 16:07
Í tølum er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 803 í august til 672 fólk í oktober. Tað eru sostatt 259 fólk færri enn í oktober í fjør.
Um hugt verður at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysinum seinastu 20 árini, var tað bert í 2007 og 2008 og í 2002 og 2003 at arbeiðsloysið var so lágt sum tað er í dag.
SÍ EISINI Arbeiðsloysið minkar framvegis
Í 2002 var arbeiðsloysið í Føroyum 2,3 prosent av samlaðu arbeiðsfjøldini. Í 2003 var arbeiðsloysið í Føroyum 2,5 prosent.
Arbeiðsloysið var lægst í 2008, tá arbeiðsloysið var so lágt sum 1,3 prosent, og næstlægst í 2006, tá arbeiðsloysið var 1,6 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV